Í morgun skriva útlendskir miðlar, at ísraelskar rakettir í nátt hava rakt eina støð í Gaza-geiranum, ið er hin einasta í økinum, sum kann gera koronu-kanningar.
Sambært lokalum myndugleikum varð støðin rakt og partvís oyðiløgd.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at ein skrivstova hjá heilsumyndugleikunum í Gaza-geiranum er rakt, eins og skrivstovur hjá Qatars Reyða Halvmána, sum svarar til Reyða Kross Føroyar.
Varaheilsumálaráðharrin í økinum, Yousef Abu al-Rish, sigur, at heilsustarvsfólk eru særd, og onkur hevur fingið álvarsligar løstir.
##med2##
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Gaza sigur, at ísraelsku álopini hótta við at undirgrava stríðið móti koronu hjá heilsumyndugleikunum í økinum.
Lagt verður aftrat, at áðrenn stríðið millum londini tók seg upp, vórðu í miðal 1600 fólk kannað á støðini um dagin.
Tølini yvir koronu-smittað í økinum eru millum tey hægstu í heiminum, har 28 prosent av teimum kannaðu fáa staðfest koronu.
Longu áðrenn stríðið byrjaði, vóru sjúkrahúsini á tremur við korunu-sjúklingum.
##med3##
Sambært Heimsheilsustovninum WHO hevur Gaza-geirin við tveimum miljónum íbúgvum higartil fingið 122.000 skamtar við koppingarevni, men higartil er bara helmingurin brúkt.
WHO veit sambært tíðindastovuni NTB at siga, at 103.000 fólk í Gazageiranum hava fingið staðfest koronu, og av hesum eru 930 fólk deyð.