Stoltenberg: Ukraina tørvar tyngri vápn

Í stríðnum móti russisku deildunum har eysturi í landinum hevur ukrainski herurin brúk fyri tyngri vápnum.

- Vesturheimurin eigur at senda fleiri tyngri vápn til Ukraina, soleiðis at landið kann stríðast ímóti russisku deildunum har eysturi í Ukraina.

 

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á einum tíðindafundi í Haag í kvøld, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Tíðindafundurin varð hildin, eftir at leiðarar í fleiri Nato-londum høvdu fundast sum fyrireiking til Nato-toppfundin í Madrid í endanum av juni.