Fyrrverandi NATO-aðalskrivarin og fyrrverandi norski forsætisráðharrin Jens Stoltenberg verður nýggjur fíggjarmálaráðharri í Noregi, skrivar NRK.
Fráboðanin kom stutt áðrenn norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, alment legði broytingarnar fram fyri stjórnina týsmorgunin, eftir at hann var í statsráð hjá konginum.
- Eg kenni tað sum ein heiður at vera biðin um at hjálpa landi mínum í hesum sváru tíðum, sigur Stoltenberg í tíðindaskrivi og leggur afturat:
- Eftir gjølla umhugsan av aktuellu avbjóðingunum, sum standa fyri framman, havi eg gjørt av at taka av áheitanini hjá Støre, forsætisráðharra, um at virka sum fíggjarmálaráðharri hansara.
Á tíðindafundi sigur forsætisráðharrin, at Stoltenberg varð valdur, tí "Noregi og norski búskapurin hava brúk fyri einum støðugum fíggjarmálaráðharra".
Samstundis avsannar Støre, at hann er bangin fyri at standa í skugganum av Stoltenberg.
- Eg havi ábyrgdina av at gera tað, sum er rætt fyri landið, sigur hann.
Broytingarnar koma eftir at Miðflokkurin fór úr stjórnini í síðstu viku vegna ónøgd við ES-linjuna hjá Arbeiðaraflokkinum.
Ósemjan millum báðar partarnar var, at Arbeiðaraflokkurin vildi innføra tríggjar fyriskipanir úr orkupakkanum hjá ES, men hesum vildi Miðflokkurin ikki taka undir við.
Óttin hjá flokkinum er, at Arbeiðaraflokkurin harvið verður tættari knýttur at orkumarknaðinum hjá ES og ES yvirhøvur.
Hóast ósemjurnar gjørdi Miðflokkurin greitt, at hóast stjórnin legði frá sær, so sóu tey "natúrliga" Jonas Gahr Støre halda fram sum forsætisráðharri.
Tað er formaðurin í Miðflokkinum, Trygve Slagsvold Vedum, sum higartil hevur røkt starvið sum fíggjarmálaráðharri.
Stoltenberg var aðalskrivari í NATO frá 2014 til 2024.
Í oktober varð staðfest, sambært NTB, at Stoltenberg hevði fingið starvið sum nýggjur leiðari á trygdarráðstevnuni í München - eitt starv, sum hann eftir ætlan skuldi taka við í februar.
Tá tíðin hjá Stoltenberg sum fíggjarmálaráðharri er av, fer hann aftur í starvið á Trygdarráðstevnuni, sigur hann í tíðindaskrivi.
Hann hevur tvær ferðir verið forsætisráðharri í Noregi. Fyrru ferð frá 2000 til 2001 og aðru ferð frá 2005 til 2013. Hann hevur eisini verið leiðari í Arbeiðaraflokkinum í eitt langt tíðarskeið frá 2002 til 2014.
Tað var eisini Jens Stoltenberg, sum Jonas Gahr Støre avloysti sum formaður í Arbeiðaraflokkinum.
Tilsamans fær Norra átta nýggjar ráðharrar í dag.
Millum annað verður Astri Aas-Hansen nýggjur løg- og tilbúgvingarmálaráðharri, meðan Tore O. Sandvik verður verjumálaráðharri.
/Ritzau/