Komandi dagarnir hittast umboð fyri stomifeløg úr øllum Norðanlondum í Føroyum. Tað er Stomibólkurin undir Føroya Felag Móti Krabbameini og Stomiambulatorii á Landssjúkrahúsinum, sum eru vertir. Stomi er ikki ein sjúka, men ein fylgja av eina skurðviðgerð. Fólk við stomi hava fingið gjørt op á búkinum til land ella skarn – fyribils ella restina av lívinum. Umleið 70 fólk í Føroyum hava stomi. Orsøkirnar, til at stomi skurðviðgerðir verða gjørdar, eru m.a. krabbamein, kroniskur bruni í tarmunum ella viðfødd brek. Ráðstevnan er á hvørjum ári skiftandi í norðurlendsku londunum, og er hon fyri áhugafeløg við sjálvbodnum fólki.