Manningin í Rolling Stones hevur spælt sín rocktónleik, og skrivað nýggjan tónleik, síðani sekstiárini. Og hóast rock legendurnar nú hava høgan aldur, so fara teir aftur í ár á ferð og á pall.
I fjør vitjaðu teir m.a. í Danmark.
Í ár spæla Rolling stones fyri fyrstu ferð í fimm ár í Stórabretlandi og Írlandi. Aðrar konsertir í Europa eru eisini á skránni, m.a. í Berlin og í Marseilles.