Stongdu Norðoyatunnilin

Nógvur roykur frá einum bili elvdi til, at Norðoyatunnilin varð stongdur, men í aðrar mátar hevur vikuskiftið verið friðarligt hjá løgregluni

Vakthavandi í politistøðini sigur, at ávaringaskipanin í Norðoytunlinum fór ígongd fríggjakvøldið, tá nógvur roykur varð staðfestur leirvíksmegin.

 

- Sløkkiliðið varð alt fyri eitt sent á staðið, og tunnilin varð stongdur. Tað vísti seg, at tað var ein ferðandi bilur, sum var farin at rúka nakað illa. Men vit fingu so staðfest, at ávaringaskipanin riggar, sigur vakthavandi á støðini.

 

Í aðrar mátar hevur talan verið um friðarligt vikuskiftið. Nakað av roki var fríggjakvøldið, tá ein portørur varð sligin av einum fullum manni, tá sjúkrabilurin varð boðsendur. Maðurin varð handtikin, og málið verður nú viðgjørt sum harðskapsmál.

 

Sum vant um vikuskiftið, so vóru eisini full fólk í býnum, og nøkur av hesum máttu fáa hjálp frá løgregluni at vinna vegin heim. Eisini hevur kuldin við sær, at vegirnir hava verið hálir í støðum, men vakthavandi sigur, at fólk eftir øllum at døma hava koyrt við umhugsni, og í øllum førum er einki ferðsluóhapp skrásett av hesum ávum.