Longyearbýurin á Svalbard er púrasta knýttur at einum gomlum kolorkuverki, haðani býruni fær alla sína streymveiting.

Stór battarí skulu gera Svalbard grønari

- Battaríini fara at geva eina betri veitingartrygd, sigur Joachim Karlsen, ið leiðir verkætlanir, sum skulu fremja orkuskifti í Longyearbýnum.

Longyearbýurin á Svalbard er púrasta knýttur at einum gomlum kolorkuverki, haðani býruni fær alla sína streymveiting.

Í Longyearbýnum á Svalbard taka tey nú fyrsta stigið burtur frá kolaorku, soleiðis at minkast kann um útlátið til orkuveiting.

 

Soleiðis, sum støðan er í býnum í dag, er Longyearbýurin púrast knýttur at einum gomlum kolorkuverki, tí haðani fæst øll streymorkan til býin.

 

Tá veitingin onkuntíð svíkur, eru diesel-drivnir motorar tiltaksorkan í býnum. Nú fær býurin eina battarískipan, sum er sett saman av seks bingjum og hevur eina orku á seks megawatt.

 

Goymslukapasiteturin er nóg mikið til at bera alla streymveiting í býnum í meira enn ein tíma.

 

- Battaríini fara at geva eina betri veitingartrygd, sigur Joachim Karlsen, ið leiðir verkætlanir, sum skulu fremja orkuskifti í Longyearbýnum.

 

Hann leggur tó aftrat, at tað kann taka nakað av tíð at seta í gongd eykaveitingina, tá streymurin fer, og motorarnir skulu startast upp.

 

- Eitt streymbrot, sum varar leingi, kann fáa stórar avleiðingar í kaldastu tíð á Svalbard, sigur verkætlanarleiðarin.

 

Býarstýrið í Longyearbýnum hevur gjørt av, at 40 ára gamla kolaorkuverkið í býnum skal lata aftur í seinasta lagi á heyst í 2023, og tá skulu diesel-riknu motorarnir taka yvir høvuðsveitingina.

 

- Skiftið frá koli til diesel minkar um Co2-útlátið við einari helvt, veit Joachim Karlsen at siga.

 

Málið hjá býarleiðsluni í Longyearbýnum er, at diesel-motorarnir skulu verða loysnin fram til 2030, tá ætlanin er, at býurin einki útlát skal hava í samband við streymveiting.

 

- Vit fara at hyggja eftir, hvat gerast kann lokalt, eitt nú við sól, vindi og jarðhitaorku, og vit fara eisini at hyggja eftir, um tað ber til at flyta orku av fastlandinum, sigur verkætlanarleiðarin, Joachim Karlsen.

 

Fyri býarstýrið í Longyearbýnum er keypið av stóru battaríunum byrjanin til eina týdningarmikla verkætlan - at minka um útlátið av Co2 á Svalbard, sum annars er bæði ríkt og kent fyri nógv kolavirksemi.

 

##med2##

 

 

 

Longyearbýurin á Svalbard er púrasta knýttur at einum gomlum kolorkuverki, haðani býruni fær alla sína streymveiting.

- Battaríini fara at geva eina betri veitingartrygd, sigur Joachim Karlsen, verkætlanarleiðari.