Messan er ein sonevnd missa solemnis ella “Grosse messe” sum vísir til at tónleikurin er skrivaður fyri umframt kór, stórt orkestur og oftast fýra solistar. Slíkar messur innihalda eisini øll tey sonevndu ordinariumsliðini í guðstænastuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus dei. Messan er sostætt í seks satsum, hvør við sínum huglagi og dramatikki. Hendan messan í f-moll varar knappan tíma og er ongantíð framførd í Føroyum fyrr.
Havnarkórið, (Útvarpskórið) varð stovnað í 1966 og hevur sostætt 60 ára stovningardag í ár. Umframt at framføra messuna hjá Bruckner undan páskum fer kórið at framføra Messias hjá G.F. Handel í november.
Grosse messe í f-moll hjá Anton Bruckner
Skírisdag 2. apríl kl. 16.00 í Varpinum í Klaksvík, atgongumerki kunna keypast í forsølu á varpid.fo
Langa fríggjadag 3. apríl kl 17.00 í Vesturkirkjuni
Solistar:
Birita Poulsen, sopran (fø)
Kristín Sveinsdóttir, alt (ís)
Petter Moen, tenor (no)
Rory Green, bass (uk)
Konsertmeistari: Atli Ellendersen
Dirigentur: Leif Hansen










