Stutt fyri náttúrðatíð í kvøld fóru tveir poltibussar – tað sum vit plagdu at kalla »salatføt« – við fullum útrykningi úr Havnini við kós norðureftir.
Tá vildi vaktandi á poltistøðini einki siga um málið, sum hann segði einki hava upp á seg.
in.fo hevur frætt í kvøld, at politibussarnir koyrdu líka til Fuglafjarðar, har nógvir politistar, vápnaðir við byrsum, sóðust kring eini hús.
Ein maður, sum er kendur av løgregluni, varð handtikin.
Av politstøðini í Havn fæst í kvøld einki at vita frá vakthavandi. Vit verða biðin um at ringja aftur í morgin og tosa við sjefin.