Nú klokkan er farin um midnáttarleitið í Noregi, eru nýggjastu koronu-tølini í landinum kunngjørd, og tølini eru slett ikki serliga vøkur.
Tvørturímóti.
Samlaða talið av smittaðum seinasta samdøgur er nevniliga 747.
Tað er 81 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan - og samstundis størsta smittutal í eitt samdøgur síðan hin 8. apríl, tá talið var 878.
Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið fyri covid-19 smittu í Noregi verið 537 um dagin. Vikuna frammanundan var miðaltalið 465.
Tað merkir, at smittan í Noregi í løtuni er veksandi, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
Í løtuni liggja 32 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og talið av deyðum við koronu er komið upp á 810.