Stór uppgáva bíðar kvinnulandsliðnum á Kreta

Føroyska kvinnulandsliðið spælir fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini í annaðkvøld

Mynd: Jakoba Svensdóttir, FSF

FSF skrivar: - Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar trína inn á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í morgin klokkan 18 .

Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kuldan og kavan í Føroyum.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá okkara kvinnur møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica. Skrivar FSF.

Eitt lítið kuriosum: 15. november í 1995 spældi føroyska manslandsliðið í fótbólti EM-undankappingardyst móti Grikkalandi á Kreta. Okkara menn hildu málið reint fyrsta tíman, men so skoraði Grikkaland fimm mál upp á 21 minuttir, og vann harvið dystin 5-0.  9.850 áskoðarar vóru til tann dystin.

Mynd: Jakoba Svensdóttir, FSF