Leygardagin fer Solveig Hanusardóttir Olsen at vísa runt í framsýningini Krákur í kava og blái drekin við bilinum, sum í løtuni hongur uppi á Listasavninum. Hetta er partur av tiltakinum List í barnahædd, sum Listasavnið skipar fyri í løtuni.
Framsýningin sýnir fram myndir av djórum og er serliga ætlað børnum og familjum. Leygardagin fer Solveig Hanusardóttir millum annað at hugleiða um kíkin á einum grindahvali og rygggeislan á einum augusti.
Framsýningin ”Krákur í kava og blái drekin við bilinum” er opin til 7. februar. Opið er millum 13 og 16 allar dagar uttan mánadagar. Listasavn Føroya bjóðar annars ókeypis atgongd allar vetrarmánaðirnar, fram til 1. mars.
- Øll listin, vit hava, er ogn Føroya fólks. Tí vilja vit geva øllum møguleikan at síggja hana, segði Nils Ohrt, leiðari á Listasavni Føroya, við in.fo í novembur.