Stormskaðar í Klaksvík


 

Leygarnáttina var kolandi stormur um størsta partin av landinum. Í Klaksvík var kanska serliga ringt, tí her vórður nakrir vindskaðar fráboðaðir løgregluni.

Svimjihøllin verður í løtuni umbygd, og á byggiplássinum var ymiskt, ið ikki varð fest ordiliga. Brandstøðin boðaði byggiharranum, ið er byggifelagið Kanjon, frá, og menn frá felagnum fóru á staðið og festu tað, ið festast skuldi.

Nakrir bilar hava eisini fingið skaða av vindinum. Leysir lutir eru foknir við vindinum á bilar, ið stóðu parkeraðir framvið vegnum.