Ætlaði stórsteypadysturin, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club, ið skuldi vera millum meistaraliðið HB og steypavinnararnar úr Víkingi sunnudagin er útsettur vegna veður til mánakvøldið klokkan 18.
FSF boðaði beint nú frá, at dysturin er útsettur.
Rás2 fer at siga frá dystinum, sum altso verður mánakvøldið klokkan 18.