Stórt 8. mars tiltak í Mentanarhúsinum

8. mars verður aftur í ár hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Eins og onnur ár verður hjúkla fyri eygum, oyrum og smakki. Alt húsið er gjørt klárt, soleiðis at tey vitjandi fáa eina góða uppliving.

 

Kl. 18 lata Vínkúllarnir upp í kaféini í Mentanarhúsinum og ein framsýning hongur í gongini. Vikuskiftið byrjar tíðliga við leskiligum mati og drekka.

 

Skráin er sum vant spennandi og fjølbroytt, við tónleiki og skemti, framløgum, prátum og kjakum. Aktuell evni verða havd á lofti, hugt verður at nútíðini og inn í framtíðina.

 

Bussur koyrir úr Havn til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðni á vegnum.