- Ein privat fyritøka hevur keypt eitt grundstykki í Miðvági við ætlan um at byggja fimm nýggjar íbúðir. Áhugin fyri íbúðunum hevur longu víst seg at vera sera stórur, og hetta staðfestir tørvin á fleiri bústøðum í kommununi.
Soleiðis siga tey í Vága kommunu.
- Verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu privat átøk og kommunalar ætlanir kunnu ganga hond í hond fyri at menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað í kommununi. Nýggju íbúðirnar verða ein liður í arbeiðnum at skapa fleiri bústaðarmøguleikar, bæði fyri ung, familjur og eldri borgarar, sum ynskja at búgva í góðum og tíðarhóskandi íbúðum.
Í kommunui siga tey, at stóri áhugin fyri verkætlanini eisini hevur fingið Vága kommunu at kanna møguleikan fyri at leggja fleiri grundstykkir í sama øki út til íbúðarbygging, har kannað verður, hvussu økið kann skipast, so tað bæði tekur hædd fyri tørvinum á bústøðum og fyri einari góðari heildarloysn fyri alt økið.
- Vit hava leingi havt tað sum mál at skapa ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað, har bæði sethús, raðhús og íbúðir eru partur av útboðnum. Hetta er ein týðandi fyritreyt fyri at geva fólki møguleika at velja bústaðarform eftir lívsstøðu og tørvi.
Kommunan arbeiðir tí miðvíst við at leggja økir til bústaðarbygging, samstundis sum dentur verður lagdur á góðar loysnir fyri trivnað, atkomu og nærumhvørvi.
- Stóri áhugin fyri íbúðunum í Miðvági vísir greitt, at eftirspurningurin eftir slíkum bústøðum er til staðar, og at tað er týdningarmikið at halda fram við at menna nýggjar bústaðarmøguleikar í kommununi.
Bjarni Prior, borgarstjóri, sigur, at sum kommuna seta tey sera stóran prís uppá at takka privatum fyritøkum sum vilja gera íløgur í Vága kommunu og harvið í borgararnar í kommununi.
Lesið eisini -
Vilja skapa ymiskar bústaðarmøguleikar í Sandavági - https://www.in.fo/news-detail/vilja-skapa-ymiskar-bustadarmoeguleikar-i-sandavagi










