Stórur loftsteinur á náttarhimmalinum yvir Noregi

- Loftsteinurin rakti norska jørð við einum "enormt smell", sum nøkur, ið upplivdu hetta, taka til.

Í Noregi halda tey, at tað, sum eftir var av steininum, datt niður í Lier-økinum.

 

 

Sunnunáttina sóu fólk í Suðurnoregi og partvís eisini í Svøríki eitt hvørt, sum lýsti himmalin upp í náttarmyrkrinum. Nógv vendu sær til løgregluna, og nógv vendu sær eisini til norsku miðlarnar um tað, tey sóu, og fólk sendu bæði myndir og upptøkur.

 

Norskir miðlar gera nógv burtur úr hendingini í morgun.

 

- Vit vita, at fólk snakka um ein loftstein, sum helst hevur vigað nøkur tíggjutals kilo. At síggja til eru leivdir av steininum helst endaðar nærindis Lier-økinum, sigur Vegard Lundby hjá Norsk Meteornettverk við norska kringvarpið.

 

Norska løgreglan hevur í nátt verið í samband við fleiri fólk, sum bæði sóu og hoyrdu loftsteinin, tá hann lýsti upp náttarhimmalin og síðan rakti norska jørð - við einum "enormt smell", sum nøkur, ið upplivdu hetta, taka til.

 

Vegard Lundby hjá Norsk Meteornettverk vísir á, at stovnurin hevur myndir, sum vísa, at loftsteinur var sjónligur úr Kristianssand til Tróndheim, og steinurin varð haraftrat sæddur í onkrum pørtum av Svøríki.

 

- Eg trúgvi, at loftsteinurin var sjónligur í einum øki, sum fevnir um einar 600 kilometrar, sigur Vegard Lundby við norska kringvarpið í morgun.

 

 

 

Í Noregi halda tey, at tað, sum eftir var av steininum, datt niður í Lier-økinum.