Um stutta tíð verður felagið, sum skal reka føroyska virðisbrævamarknaðin, sett á stovn.
Líka síðani landsstýrið á fundi samtykti at seta á stovn virðisbrævamarknað í Føroyum hevur ein fyrireikingarbólkur arbeitt við málinum, og nú er hann við at koma á mál.
Í stuttari viðmerking, sigur Jonhard Eliassen at partarnir, sum sita í fyrireikingarbólkinum, sum heild eru samdir um at seta á stovn eitt felag, sum skal taka sær av rakstrinum, um enn alt ikki er fallið endaliga upp á pláss enn, sigur hann.
Men hóast felagið helst verður sett á stovn um stutta tíð, so kemur ikki gongd á marknaðin enn. Hesum mugu vit bíða eftir, sigur Jonhard Eliassen. Orsøkin er tann, at felagið skal ígjøgnum eina drúgvagóðkenningarproseduru, sum kann taka heilt upp í eitt ár.
- Eftir at felagið er stovnað, skal nevndin í holt við at gera felagið til. Har skulu gerast mannagongdir, edv-skipanir skulu keypast, trygdarskipanir skulu gerast og manualar skulu skrivast. Men ikki nóg mikið við tí. Hetta skal alt góðkennast eisini, og tað skal Fíggjareftirlitið, sum skal geva hesa góðkenning, sigur Jonhard Eliassen.
Skal Fíggjareftirlitið gera alt góðkenningararbeiðið uttan at kenna til tilfarið, so kann tað taka drúgva tíð. Hinvegin ber til hjá nevndini at fara út á marknaðin at keypa sær mannagongdir, trygdarskipanir og reglur, sum Fíggjareftirlitið longu einaferð hava góðkent, og tá tekur tað ikki so langa tíð, greiðir Jonhard frá.
Og fordømi finst. Í Danmark er ein annar løggildur marknaður, sum virkar á sama hátt, sum ætlanin er at gera í Føroyum, og tí er ikki óhugsandi, at hann kemur at vera leisturin undir føroyska marknaðinum.
Hesi tíðindi vil Jonhard Eliassen hvørki váttað ella avsannað, tí tað verður upp til nevndina í felagnum at taka støðu til.
Tá tann føroyski virðisbrævamarknaðurin fer at virka, verður talan um ein løggildan marknað. Hetta er ein av tveimum mátum at gera virðisbrævamarknað uppá, og hesin er tann, sum krevur minstu byrjunaríløguna.
- Partapeningurin skal verða átta milliónir krónur, og tað er ein upphædd, sum skal standa órørd, sigur Jonhard Eliassen.
Skuldi ein børsur verið settur á stovn, var kravið 40 mió. krónur, og tað, saman við øðrum, er mett at vera í yvirkant av tørvinum her heima. Krøvini og treytirnar eru nógv strangari og tí verður lagt upp til at føroyingar seta á stovn løggildan marknað, sum er munandi lættari at handfara.
Trygdirnar skulu kortini verða tær somu, og tað er framvegis Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlitið við, at alt fer rætt fram á marknaðinum.
Spurdur um nær marknaðurin fer at virka, sigur Jonhard, at tað vil hann ikki siga nakað um.
- Tað er torført at meta, og tað hongur nógv saman við hvønn framferðarhátt nevndin velur, tá hon fer ígongd. Hinvegin kunnu vit vísa á, at tá danski marknaðurin fór í gongd, tók góðkenningin eitt ár, sigur Jonhard Eliassen at enda.