Stovna nú ein nýggjan flokk til løgtingsvalið

Tey hava nú fingið tær neyðugu 800 undirskriftirnar, sum krevjast fyri at sleppa at stovna nýggjan flokk

 

Tað er nú næstan greitt, at vit fáa ein nýggjan flokk at velja ímillum, tá ið løgtingsval verður aftur í seinasta lagi 31. august.

 

Hallur Hjallgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni eru teir, sum hava arbeitt mest við ætlanini, og Arnfinn á Birtuni sigur, at nú eru tey næstan komin á mál. Tað er felagsskapurin, ið nevnir seg »Framtakið fyri rættinum at velja kannabis«, sum stendur fyri ætlanini. Og sum navnið kanska sigur, hevur flokkurin eitt einasta endamál, og tað er at kannabis lógligt.

 

Fyrst og fremst skal tað verða frítt hjá sjúklingum at fáa til heilivág. Men í longdini er endamálið at gera kannabis lógligt í Føroyum, her tað skal kunna seljast undir eftrliti í úrvaldum handlum, kanska í Rúsuni og á Apotekinum. Og samstundis skal tað vera loyvt hjá fólki at hava kannabis plantur til egið brúk. Men í øllum øðrum førum taka tey støðu frá máli til mál

 

Fyri at kunna stovna nýggjan flokk, skulu 800 fólk skriva undir upp á, at tey taka undir við, at flokkurin verður stovnaður. Og Arnfinn á Birtuni sigur, at nú hava tey fingið slakar 850 undirskriftir, og í næstum verða tær lætnar innlendismálaráðnum. Hann sigur, at sostatt hava tey nakrar undirskriftir at taka av, eru tað onkrar, sum ikki vera góðkendar.

 

Tey hava áður boðað frá, at Hallur Hjallgrímsson Djurhuus, og Arnfinn á Birtuni stilla upp og nýliga vistu vit somuleiðis at siga, at eisini Johan í Kollafirði fer at stilla upp.