Leygardagin 6. mars klokkan 15 verður stovnandi aðalfundur í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu 1 í Havn. Tónleikafelag skal stovnast, ið hevur til endamáls at fáa spælstað í Havn ella eitt konserthús. Eisini er tørvur á venjingarhølum, meta fyrireikararnir, sum vóna, at tónleikarar og tónleikaáhugað møta fjølment til fundin