Fyrrverandi forkvinnan í danska flokkinum Nye Borgerlige, Pernille Vermund, hevur nú meldað seg inn í Liberal Alliance.
Hon náddi at vera floksleys í eina viku, eftir at hon 10. januar fór úr Nye Borgerlige, sum hon sjálv var við at stovna.
Eitt sindur um Pernille Vermund:
* Navn: Pernille Vermund.
* Fødd 3. desember 1975 í Keypmannahavn.
* Fólkatingskvinna fyri Nye Borgerlige í Sydjyllands Storkreds frá 5. juni 2019.
* Politisk yrkisleið:
– Limur í Liberal Alliance frá 17. januar 2024.
– Meldaði seg úr Nye Borgerlige 10. januar 2024.
– Gjørdist limur í Liberal Alliance 17. januar 2024.
– Forkvinna hjá Nye Borgerlige frá 2015 tl 2024 (við undantak av einum mánaði á vári 2023, tá Lars Boje Mathiesen var formaður).
– Limur í Fólkatinginum síðani 2019.
– Limur í býráðnum í Helsingør Kommune fyri Konservativu frá 2009 til 2011.
* Útbúgving:
– Stakgreinar í vinnubúskapi og marknaðarferøði, Niels Brock, 2004-2005.
– Cand. arch., Kunstakademiets Arkitektskole, København, 1995-2001.
– Matematiska studentspróvtøku, Helsingør Gymnasium, 1991-1994.
* Arbeiði:
– Sjálvstøðugur arkitektur, Vermund Gere Arkitekter, 2006-2019.
– Teknstovuleiðari, White Arkitekter, 2003-2006.
– Arkitektur, White Arkitekter, 2001-2006.
– Ymisk ófaklærd størv og lestrarstørv, København, Hørsholm, Helsingør, Hornbæk og Løkken, 1989-2001.
Keldur: Folketingets hjemmeside og Nye Borgerliges hjemmeside.
/ritzau/