Tað er umráðandi, at stovnar og arbeiðspláss tryggja øllum børnum og ungum 1 tíma av kropsligari rørslu dagliga og vaksnum 150 minuttir um vikuna.
Tað sigur Fólkaheilsuráðið í dag.
– Kanningar vísa tíverri, at 80% av okkara børnum og 35% av teimum vaksnu náa ikki minstu krøvini fyri rørslu, sum eru sett eftir nær kropsligt óvirkni gerst vandamikið, sigur Fólkaheilsuráðið.
– Nýggjar kanningar frá WHO prógva eisini, at talið á kropsliga virknum borgarum kring allan heimin er fallandi, og hetta hevur ómetaliga neilig árin á fólkaheilsuna, trivnaðin og samfelagsbúskapin.
Fólkaheilsuráðið hevur saman við Sona fyriskipað átakið “Hvør metur telur”, har føroyingar hava skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið seinastu tvær vikurnar. Niðurstøðan er:
– Hvør metur telur veruliga, tá talan er um rørslu og heilsustøðu tína, tí at øll rørsla ger mun.
– Tá talan er um heilsuligu árini av kropsligari rørslu telur hvør metur, og tey, ið tóku lut í átakinum løgdu samlað nærum 25.000 km afturum seg. Øll øki í landinum hava luttikið í átakinum, sum vísir á stóru tøkniligu møguleikarnar at náa út til ein breiðan luttakaraskara, sigur Fólkaheilsuráðið.