Meirilutin og minnilutin í Tórshavnar býráð hava funnið fyrstu ósemjuna at stríðast um, eftir at nýtt stýrið er komin í høvuðsstaðnum.
Stríðið snýr seg um limin, sum Havnin skal hava í stýrið fyri SEV. Meirilutin í Havn vil tryggja sær sítt egna umboð í stýrið, men minnilutin heldur lítið um mannagondina í málinum, og á síðulinjuni stendur formaðurin í umboðsráðnum hjá SEV og vísir á røttu mannagongdina.
Meirilutin í Havn vil hava Leiv Hansen í stýrið fyri SEV, men tað kann væntast, at tað verður eitt kampval í umboðsráðnum, og so skulu umboð úr øllum Føroyum taka støðu til, hvat umboðið hjá høvuðsstaðnum skal vera.
Tey flestu semjast
Tann 11. februar skal nývalda umboðsráðið hjá SEV hava sín fyrsta fund á Hotel Føroyum í Havn. Í umboðsráðnum sita umboð fyri allar kommunurnar í Føroyum, og hvør kommuna fær eitt umboð fyri hvørji byrjað 1000 fólk í kommununi. Hesi umboð velja kommunurnar sjálvar.
Hetta stóra forum við øllum umboðunum hjá kommununum í Føroyum skal síðani velja eitt stýri fyri SEV, sum hevur eitt umboð fyri sjey ymisk øki í landinum ? Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoggjar, Sandoy, Suðuroy og Tórshavn.
Hetta val verður gjørt eftir innstilling frá umboðnum úr teimum sjey økjunum, og í grundini kunnu økini stillað so nógv uppskot, sum tey hava hug til, og síðani skulu øll umboðini í umboðsráðnum atkvøða ímillum uppskotini.
? Tað hevur verið vanligt, at økini klára at semjast um, hvønn tey skulu velja í stýrið, men í onkrum økjum hevur tað verið stríðsval, og í Havnini hava tað altíð verið meira enn eitt umboð. Tað vísir seg sum, at tað er meira politikkur í valinum fyri Havnina enn aðrastaðni, sigur Hans Tausen Olsen, sum nógvu seinnu árini hevur verið formaður í umboðsráðnum hjá SEV.
Fundur í skundi
Í síðstu viku royndi meirilutin í Tórshavnar býráð at gera av, hvør skal umboða kommununa í stýrinum fyri SEV, hóast býráðið í grundini ikki kann gera annað enn at velja umboðini í umboðsráðið.
Á býráðsfundi hóskvøldið peikaði meirilutin í Tórhavnar býráð á fyrrverandi borgarstjóran í Havn, Leiv Hansen, meðan minnilutin mælti til, at Bjarti Mohr kom í stýrið. Hetta var skrivað í gerðabólkina.
Meirilutin í Tórshavnar býráð helt eftir fundin, at valið var ikki nóg greitt, tí tað kundi skiljast, sum at tað komu tvey tilmæli frá Havnini. Tí kallaði borgarstjórin í skundi inn til nýggjan eykabýráðsfund seinnapartin fríggjadagin, og har var atkvøtt um, hvør skuldi umboða Tórshavnar kommunu í stýrinum fyri SEV. Minnilutin møtti til fundin, men rýmdi aftur fyri at mótmæla mannagongdini, og tí var endin tann, at býráðið samtykti, at skjóta Leiv Hansen upp til stýrið, meðan Katrin Dahl Jacobsen skuldi vera varalimur.
Umboðsráðið eigur avgerðina
Eykabýráðsfundurin og atkvøðagreiðslan í Havnini ørkymlaði onnur øki í landinum, tí tað hevur ikki verið vanligt, at slík mannagongd verður brúkt fyri at finna stýrislimir. Og fólk fóru at ivast í, um tað eru kommunustýrini, sum nú skulu velja stýrislimin í SEV. Men soleiðis er ikki.
? Tórshavnar býráð kann í grundini gera tað, sum tað vil, men tað er umboðsráðið, sum ger av, hvør skal í stýrið fyri SEV. Tað hevur verið vanligt, at limirnir úr teimum ymsu økjunum semjast um eitt umboð, og so kemur bert eitt uppskot frá teimum, sigur Hans Tausen Olsen.
? Men í prinsippinum kunnu umboðini fyri kommunurnar koma við fleiri uppskotum, og skal tað samlaða umboðsráðið gera av, hvør verður valdur. Tað, sum ørkymlaði eitt sindur í hesum føri, var, at Tórshavnar býráð hevði ein eykabýráðsfund og atkvøddi um limin í stýrinum, sigur Hans Tausen Olsen.
Minnilutin misnøgdur
Minnilutin í Tórshavnar býráð er misnøgdur við framferðina hjá meirilutanum og borgarstjóranum, sum við stuttum skoðbrái kallaði saman til eykabýráðsfund fyri at velja umboð í stýrið fyri SEV. Og minnilutin hevur kært framferðina fyri Innlendismálaráðið.
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur fast um, at einki skeivt er farið fram í málinum, og at hann altíð kann kalla býráðið saman.