Stríðið ímóti vanlukkum á vegunum ber ávøkst

Fyrra helming av sjeytiárunum tvífaldaðist bilatalið í Føroyum upp í 6.825 bilar, og vanlukkurnar øktust samsvarandi. Í 1974 doyðu 13 fólk í ferðsluni. Sama ár tók Tryggingarsambandið stig til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum fór at virka í 1976. Áttatiárini vóru ringastu vanlukkuárini, men vanlukkurnar fækkaðu, tá ferðslulógin varð herd á fleiri økjum. Í dag er bilatalið 30.000, og deyðsvanlukkurnar hava aldrin verið færri

Gev fólki nýggj tól at spæla við, og bæði fólkum og sam­felag tørvar fleiri ár at læra at handfara tey við skynsemi.
Hetta kundi verið ein niður­støða um bilferðsluna í Før­oyum. Í 1969 vóru 3.001 bilar í Føroyum, og árini framm­an­undan vóru árliga 2-3 deyðs­van­lukk­ur á vegunum. Frá 1969 til 1974 meira enn tví­faldað­ist bila­talið upp í 6.825. Av­leið­ingarnar av hesum brádliga vøkstri vóru ógvusligar. Í 1972 doyðu sjey fólk í ferðsl­uni, og í 1974 vóru deyðs­van­lukk­urnar 13 í tali.
Á Tryggingar­samband­inum Føroyar sóu tey, hvussu at­ferðin í ferðsluni broyttist, og skaðarnir øktust. Í 1974 fóru fólk har tí undir at fyri­reika at seta á stovn eitt ferðslu­ráð, sum skuldi hava hini norðurlendsku ferðslu­ráðini sum fyrimynd. Stjórin, Marius Thomassen, helt, at alneyðugt var beinanvegin at samskipa øll tiltøk at gera ferðsluna tryggari.
Mánadagin 19. januar í 1976 stevndu umboð fyri 13 ymsar stovnar, fyritøkur og feløg í Føroyum til fund­ar á skrivstovuni hjá Trygg­ingar­sambandinum Føroyar at stovna nýggja ferðsluráðið. Til staðar vóru m.a. umboð fyri landsstýrið, løgtingið, Lands­verkfrøðingin, Bil­eftir­litið, Læknafelagið, Føroya Skúlastjórn, Føroya Kommunu­felag og Føroya Koyri­lærara­felag.
Umrøtt varð, hvussu ferðslu­ráðið skuldi eita. Eitt upp­skot var »Ráðið fyri trygg­ari ferðslu,« og eitt ann­að upp­skot var »Trygg ferðsla.« Umboðið fyri Føroya Skúlastjórn, Petur Jacob Sigvardsen, skeyt upp, at navn­ið skuldi verða »Ráðið fyri Ferðslutrygd.« Atkvøtt varð um hetta uppskotið, og tað varð samtykt við sjey at­kvøð­um. Soleiðis hevur før­oyska ferðsluráðið itið síðan.

Fara undir herferðir
Í fyrstu viðtøkunum hjá ráðnum stóð, at »starvs­nevnd­in leggur propagandu ráð­sins til rættis so langt fram í tíðina sum gjørligt.« Á næsta fundinum 29. mars í 1976 varð Niels Juel Arge, út­varps­stjóri, valdur til for­mann í ráðnum, og tann 18. august sama ár varð Eli Nolsøe, fyrrverandi lands­stýris­maður, kosin fyrsti leið­ari í ráðnum. Nú var klárt at fara undir propaganduna.
Ikki færri enn fimm fundir vórðu hildnir frá august til desember 1976. Ein spurn­ingur, sum beinanvegin kom til viðgerðar, var at fáa gjørt føroyskt tilfar um ferðslu til skúlarnar. Ein annar spurn­ingur var at fáa gjørd endur­skin at lata fólki, so bæði fólkini og ráðið kundu gerast sjón­ligari í ferðsluni. Tórs­havnar kommuna fíggjaði tey fyrstu. Á teimum stóð »Havnin skal skína.«
Endurskin vórðu eisini send til Klaksvíkar. Á teim­um stóð »Reinur og fríður – Klaksvíkar býur.« 5.000 endurskin vórðu latin havnar­fólki og 2.000 klaks­vík­ing­um. Stutt eftir vórðu 10.000 endurskin bíløgd aftrat. Á teimum stóð RFF á aðrari síðuni eins og á hinum endur­skin­unum, men á hinari síðuni stóð nú »Lívið er eittans.« Hesi endurskinini sóust í mong ár í gøtunum kring landið.
Ráðið fyri Ferðslutrygd setti mong onnur tiltøk í verk fyrstu árini, ikki minst til­tøk, sum skuldu gera børn tilvitað um trygga ferðslu, men tíð­ir­nar fyri framman vóru møti­miklar, tí í 1981 var bila­talið økt upp í 12.500. Hetta var ein tví­falding samanborið við 1974. Samstundis vóru vegir­nir vorðnir munandi betri, og í 1980 doyðu níggju fólk í ferðsluni.

Ógvuslig áttatiár
Ferðmiklu áttatiárini eru í dag ímyndin um, tá ferðslan á vegunum var mest óskipað. Hóast Ráðið fyri Ferðslutrygd varpaði nógv ljós á trygga ferðslu, skakaðust fólk kring landið ferð eftir ferð av syrgi­ligum vanlukkum hesi árini. Á ársfundinum hjá ráðnum í 1985 staðfesti formaðurin, Niels Juel Arge, at 1984 var eitt dapurt ár. Níggju fólk doyðu á vegunum hetta árið.
Í flestu førum vóru rús­drekka og ov nógv ferð at­voldin til vanlukkurnar. Á árs­fundinum varð umrøtt, um krevjast skuldi við lóg, at fólk skuldu sita íbundin í bili. Eitt sjónarmið var, at illa bar til at krevja hetta, tí løgreglan kundi ikki ansa eftir, at lógin varð hildin, men meirilutin helt avgjørt, at nýtsla av trygdar­belti skuldi ásetast við lóg.
Ráðið fekk at sanna í 1986, at bráðneyðugt var at fáa hendan spurningin av­greidd­an. Hetta árið doyðu 14 fólk í ferðsluni, sum er tað mesta nakrantíð eitt ár. Í 1987 doyðu 12 fólk á vegunum. Í ráðnum vóru fólk í døpurhuga, og for­maðurin staðfesti í árs­frá­greið­ingini í 1988, at støðan var líka ring, sum tá slupp­irnar vóru. Tá mistu Føroyar í meðal 10 mans um árið.
Árini eftir minkaði talið á deyðum. Í 1989 og 1990 doyðu sjey fólk hvørt árið, og í 1992 doyði eitt. Ein orsøk var iva­leyst, at kreppan kom. Ein onn­ur var, at lóg um at sita íbundin kom í 1986, og at ásett varð í 1988, at bilførarar mistu koyrikortið, høvdu teir meira enn 0,8 promillu í blóð­inum. Eisini varð ásett tá, at fóru bilførarar 30 km/t upp um hámarksferðina, mistu teir kortið.
Ein varslig niðurstøða um hesa gongd kann vera, at her­ferð­ir ímóti vandum í ferðsluni gera uttan iva stóran mun, tí hugburðurin broytist spaku­liga, men skal trumf­ur setast á her­ferð­ir­nar, so fólk skjótt fáast at broyta atferð, mugu av­mark­ingar ásetast við lóg. Lóg­ir­nar um trygdarbeltið, mest loyvdu ferð og brot á promillu­markið í 80’unum tykj­ast at vísa hetta greitt.

Ongin skal doyggja
Hóast deyðsvanlukkurnar fækk­aðu í nítiárunum, so tær okkurt árið bara vóru tríggj­ar í tali, var støðan ikki nøkt­andi. Grundleggjandi mátti Ráðið fyri Ferðslutrygd hava eitt greitt mál fyri framm­an, helt ráðið sjálvt. Á árs­fundinum í 1999 gjørdi tá­sit­andi formaðurin, Petur Jacob Sigvardsen, nógv burturúr eini nýggjari hugsjón, sum svenska ferðsluráðið arbeiddi eftir.
Formaðurin nevndi, at fólk høvdu lyndi til at halda, at tað var í lagi, at ferðslan við­hvørt elvdi til lívlát ella fólka­skaða. Onki var at gera við hetta, tóktist hugburðurin at vera. Hetta kundi ikki góð­tak­ast, segði hann, og vísti á, at Nullhugsjónin var ongin veru­leikafjarur dreymur, tí í Svøríki doyðu 1.400 fólk í ferðsluni mitt í nítiárunum, men í 1999 var talið komið niður á 550.
Málið við Nullhugsjónini var einfalt. Ongin skuldi doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni. Petur Jacob Sigvardsen og Jón Kragesteen, tásitandi leið­ari, hildu skeið fyri 45 fólk­um, ið høvdu við ferðslu at gera kring landið. Teir upp­lýstu, at bæði borgarar og myndug­leikar altíð hava ábyrgd av, at ferðslan er trygg. Tað sama hava tey, sum standa fyri at gera vegir, tunlar og brýr.
Á hesum fundi varð sam­tykt at heita á løgtingið um at samtykkja ein ferðslu­trygdar­politikk, sum bygdi á Null­hugsjónina. Hetta hendi tó ikki beinanvegin. Fyrst skrivaði Ráðið fyri Ferðslu­trygd eitt drúgt álit um Null­hugsjónina, sum var liðugt í 2003. Í álitinum var ein long røð av tilmælum og upp­lýs­ingum um ferðslu, sum ferðslu­trygdarpolitikkurin skuldi byggja á.
Álitið staðfesti m.a.: »Størstu vandamálini í ferðsl­uni her á landi eru van­lukk­ur, sum standast av, at 18-19 ára gamlir dreingir við koyrikorti stytta sær stundir í bili saman við javnaldrum og serliga gentum niður í 14-15 ára aldur. Tær allar flestu av hesum vanlukkunum stand­ast av, at bilførararnir eru óroyndir, og at ferðin mang­an er alt ov høg. Í nógv­um førum er rúsdrekka eisini at­voldin.«
Í apríl 2004 fór Ráðið fyri Ferðslu­trygd undir stórt upp­lýs­ingarátak í sam­bandi við, at álitið um Nullhugsjónini skuldi til aðalorðaskifti í ting­inum. »Ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein« var yvirskriftin á blaði, sum fór í hvørt hús. Tann 13. apríl í 2004 var aðalorðskifti um Nullhugsjónina, sum varð samtykt í 2006. Rúna Sivertsen var tá forkvinna í ráð­num.

Stríðið borið ávøkst
Júst í hesum døgum minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at vinir lova ikki sínum vinum at koyra skít. Tilvildarligt er ikki, at hetta verður sagt, nú jóla­borðhald eru hvørt viku­skifti. Ráðið hevur eisini júst ávarað ímóti gáloysni og ov nógvari ferð í ferðsluni, so sigast kann, at tann kós, ið sett varð í 1976, verður hildin, og at áhaldandi verður mint á vandar í ferðsluni.
Stríðið hevur eisini hjálpt. Í 2005 vóru ikki færri enn 26.000 bilar í Føroyum. Hetta var meira enn ein tvífalding saman­borið við 1981, men deyðsvanlukkurnar øktust ikki samsvarandi. Tríggjar vóru í 2004 og fimm í 2005. Hóast hugburðurin er mun­andi broyttur, og fólk sum heild ansa sær betur í ferðsl­uni, verður ferðslulógin støð­ugt herd.
Í mai 2009 varð ásett, at brot á lógina skulu hava við sær klipp í koyrikortið. Pro­millu­markið varð lækk­að nið­ur í 0,2, sum í veru­leik­anum merkir, at tú kanst onki drekka longur, skalt tú koyra bil, og haraftrat varð ásett, at bót fyri ov nógva ferð verður givin eftir inn­tøk­uni hjá tí, sum koyrir ov skjótt. Tann vælbjargaði í tí stóra bilinum skal tí ansa sær á lands­vegunum.
Summi ilskast um herdu lógina, tí tey kenna tað sum, at teirra frælsi verður av­markað, men søgan um ferðslu­trygdina í Føroyum vísir, at herferðir og herð­ingar bøta um støðuna. Sjálv­andi er hvør einasta van­lukka, ið hevur við sær liv­lát ella álvarsligan skaða, syrgi­lig, um so talan er um eina ella fleiri hvørt ár. Men við 30.000 bilum á vegunum var bara ein deyðsvanlukka í 2010 og ein í 2011.