Stríðið við Kringvarpið skal loysast

-Tað tykist greitt, at hugurin hjá Kringvarpi Føroya at viðurkenna og virða innihaldið og andan í tí sáttmála, sum er gjørdur millum partarnar, ikki er serliga stórur, staðfesti ÍSF-forsetin á aðalfundinum í leygardagin

ÍSF

Eitt mál, ið hevur verið nógv frammi seinasta árið er málið um sáttmálan millum ÍSF og Kringvarp Føroya. ÍSF og Kringvarp Føroya undirskrivaðu í vár nýggjan sáttmála um sendirættindi til ítrótt. Hesin sáttmáli avloysti avtalurnar við Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum Ítróttasamband Føroya segði upp seinasta heyst.
Stóri stríðsspurningurin í sambandi við samráðingarnar, ið gjørdust rættiliga drúgvar og tungar, var spurningurin um, at Kringvarp Føroya skuldi viðurkenna, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum. Hóast sáttmáli er undirskrivaður og semja tí skuldi valda, so er tó ikki so.

Málið skal loysast
- Serliga viðvíkjandi fótbóltinum og sjónvarpssendingini 3-2 hevur støðan verið spent. Einki røkist fyri, at feløgini og sjónvarpið tosa sama mál, so hetta er ein spurningur Ítróttasamband Føroya fer at leggja stóra orku í at fáa loystan sum skjótast, segði Heðin Mortensen á aðalfundinum hjá ÍSF
- Hetta er ein trupulleiki, ið ikki er gagnligur fyri tað samstarv, ið ynskiligt hevði verið at havt millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya, varð sagt um málið.
Sum skilst, so eru tó framvegis samráðingar um, hvussu hesin knúturin kann loysast, men enn hava hesar samráðingar tó ikki givið tað úrslit, sum ÍSF og sersambondini hava ynskt.