Um vikuskiftið hava tríggir journalistar kært ávikavist kringvarpsstjóran og uppsøgnina av tíðindaleiðaranum til Kringvarpsstýrið. Teir eru Jan Lamhauge, Rógvi Olavson og Rólant Waag Dam. Miðlahúsið skilur, at fleiri kærur eru ávegis frá øðrum journalistum. Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri sigur í viðmerking í dag, at hann ætlar sær at práta við teir.
Liljan Weihe fekk í farnu viku ætlanarskriv um uppsøgn, og orsøkin er fyrst og fremst "illoyalitetur" í sambandi við samskifti við stýrið. Spurningurin er tí, um Johnny í Grótinum sær samskifti hjá hesum trimum journalistum við stýrið um vikuskiftið sum illoyalitet. Men hetta avsannar Johnny í Grótinum.
Les eisini: Orrusta í KVF: Journalistar kært uppsøgnina til stýrið
- Tað er ikki illoyalt at skriva til Kringvarpsstýrið í sær sjálvum. Eg fari at taka innihaldið í skrivunum upp við hvønn journalist, sum hevur sent til stýrið. Tað er eitt innanhýsis mál, sum eg ikki havi hug at viðmerkja meira enn hetta, sigur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum.
Víðari staðfestir hann, at hann ikki ætlar sær at viðmerkja ætlanarskrivið um uppsøgn av tíðindaleiðaranum, fyrr enn eftir hoyringsfreistin á 14 dagar er farin.
Les eisini: Sakførari: Einki grundarlag fyri uppsøgnini
Johnny í Grótinum vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, sigur á in.fo í dag.
Les eisini: Sakførari: - Ein teldupostur kann fríkenna Liljuna