Nú er greitt, at tað verður kapping um sessin sum formaður í Maskinmeistarafelagnum komandi trý árini. Verandi formaður, Páll Hansen, hevur boðað frá, at hann stillar upp aftur, og Jákup Jacobsen hevur boðað frá, at hann eisini stillar upp til formansvalið.
Páll Hansen hevur í nógv ár starvast hjá SEV, og seinastu fimm árini hevur hann eisini verið formaður í Maskinmeistarafelagnum. Jákup Jacobsen hevur verið maskinmeistari við Tjaldrinum í nógv ár og hevur eisini fingist við ymiskt virksemi á landi seinastu árini.
Til nevndarvalið hava sitandi nevndarlimir, Jóan Petur Patursson og John Højsted, boðað frá, at teir taka við afturvali. Tiltakslimurin Jón Johansen hevur eisini boðað frá, at hann stillar upp aftur til nevndarval.
Myndin er av sitandi formanni í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, sum enn einaferð noyðist at taka upp kappingina um formanssessin í felagnum við ein avbjóðara, hesaferð Jákup Jacobsen.
Maskinmeistarafelagið fer at hava aðalfund í mars mánað 2012. Skipanin hjá felagnum er, at uppskot til nevndarlimir skulu verða Maskinmeistarafelagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi hin 15. desember 2011. Uppskot til nevndarlimir kunnu tó eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.
Uppskot til formansvalevni skulu verða nevndini í hendi fyri 15. desember 2011, og nú henda freist er farin, er greitt, at bæði Páll Hansen og Jákup Jacobsen stilla upp til formansvalið í Maskinmeistarafelagnum.
- Formaðurin situr í fastløntum starvi eftir komandi aðalfund, og formansskeiðið verður trý ár, veit heimasíðan hjá Maskinmeistarafelagnum at siga.