Tað eru higartil fýra, sum vilja gerast komandi biskupur í Grønlandi. Hesi eru sambært KNR úr ávikavist Qaqortoq, Nuuk, Upernavik og Qasigiannguit.
Talan er um bispaembætið í Grønlandi, sum Sofie Petersen hevur røkt síðan 1995.
Sambært KNR skal ein valnevnd aftrat góðkenna kandidatarnar, sum fólk innan kirkjuliga arbeiði síðan sleppa at atkvøða um hin 2. september í ár.
Sjálv innsetingin av nýggja biskupinum í Grønlandi verður hin 22. november í ár í Hans Egede Kirkju í Nuuk, leggur grønlendska kringvarpið aftrat.
Soleiðis, sum siður er, verða eitt nú biskupar í danska ríkinum og Margretha drotning boðin við til hátíðarhaldið, tá nýggi biskupurin í Grønlandi verður innsettur.