Tað var eitt stríð millum amerikanskar og russiskar fregnartænastumyndugleikar um at tryggja sær loynilig iraksk skjøl, sum var orsøkin til, at skotið varð eftir einum bilafylgi við russiskum diplomatum, sum vóru á veg úr Bagdad til Sýrialands.
Tað skrivar eitt russiskt blað. Blaðið vil vera við, at russiska tænastan SVR, sum er ein partur av tí gamla KGB, royndi at taka tey loyniligu skjølini við sær úr Irak, og at amerikanska fregnartænastan CIA royndi at forða tí. Blaðið sigur eisini, at eitt ómannað amerikanskt flogfar eygleiddi russiska bilafylgið allan vegin.
Tilburðurin var seinasta sunnudag, og fimm starvsfólk á russisku sendistovuni í Bagdad vórðu særd, tá skotið varð eftir bilum teirra.
Tað er greitt, at tað vóru amerikanskir hermenn, sum skutu eftir russisku bilunum, og amerikanska stjórnin hevur lovað at kanna málið. Amerikanarar hava fyribils sagt, at ein orsøk kann vera, at russiska bilafylgið valdi eina aðra leið enn hana, sum partarnir høvdu avtalað frammanundan.