Strævnir HB-dagar

Sunnudagin kl. 17 spælir HB fyrra dystin móti lettiska FC Dianburg í Intertoto-kappingini.
Fríggjadagin fer ferðalagið hjá HB av landinum, og er hetta samstundis bara byrjanin til nakrar sera strævnar vikur hjá liðnum.
Mikudagin spældu teir oddadyst móti GÍ, og komandi mikudag verður aftur trupul dystur á skránni, tá teir spæla í Klaksvík.
Síðani er heimadysturin ímóti lettiska liðnum á skránni, grannauppgerð móti B36 og kanska eisini fjórðingsfinala í steypakappingini.
So alt í alt bendir kalendarin á nakrar sera strævnar vikur hjá bæði spælarum og venjara.