Straarup er skuffaður

Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, er skuffaður um viðferðina bankin hevur fingið frá donsku stjórnini.

Ein av teimum mest sentralu persónunum í allari bankakanningini Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, er ikki sørt keddur av viðferðini, bankin hevur fingið frá donsku stjórnini.

­ Eg havi sæð tað sum forsætisráðharrin hevur sagt, og undrar meg ikki sørt. Eg haldi, at Poul Nyrup Rasmussen er ógvuliga harður í sínum kritikki av Den Danske Bank, sigur Peter Straarup.

Peter Staarup avvísir, at bankin hevur givið landsstýrinum skeivar upplýsingar, um støðuna hjá Føroya Banka.

­ Eg havi fest meg við, at kanningarnevndin ikki helt tað verða nakra meining í at spyrja, um Føroya Banki hevði brúk fyri meiri peningi.

Frágreiðingin er serliga kritisk viðvíkjandi um partabrævaumbýti. Til hetta sigur Peter Straarup:

­ Partabrævaumbýti varð gjørt við grundarlagi í 1992-roknskapunum, bæði hjá Føroya Banka og Sjóvinnubankanum.

­ Tað er altíð lætt at verða eftirklókur, og nú síggja vit, at tað gekk verri enn vit høvdu væntað

­ Men eg haldi ikki at partabrøvini í Føroya Banka vóru verri enn tey í Sjóvinnubankanum.

Úrslitið av partabrævaumbýtinum var, at Den Danske Bank gjørdist minoritetspartaeigari í Føroya Banka, og tískil slapp undan at geva Føroya Banka meiri pening.