Tað einasta rætta er at einskilja Strandferðsluna og at fáa hana á privatar hendur. Tað heldur Johan Eli Poulsen, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið hevur fleiri ferðir umrøtt Strandferðsluna í seinastuni, serliga við tí í hyggju at endurnýggja flotan, sum er gamal og uppslitn – uttan Smyril og Teistin.
Tað gjørdi Løgtingið eisini nú ein dagin, og tá helt Johan Eli Poulsen, at einasti máti at bøta um støðuna, er at bjóða Strandferðsluna út og at fáa hana á privatar hendur.
https://www.in.fo/news-detail/news/tad-er-heilt-omoeguligt-at-arbeida-upp-a-hendan-matan/?no_cache=1Les eisini: Tað er heilt ómøguligt at arbeiða upp á hendan mátan
Hann sigur, at tað einasta, Løgtingið skal hava við Strandferðsluna at gera , skal vera at áseta, hvørja tænastu, hon skal veita og hvussu nógv gjald tey privatu skulu hava fyri tað.
– Løgtingið skal eisini áseta, hvat ferðaseðlarnir skulu kosta. Men alt, sum er har ímillum skal tann privati reiðarin taka sær av, heldur hann.
Hann sigur, at verður brúk fyri eykatúrum í sambandi við bygdastevnur, ella onnur tiltøk, skal tað standa teimum privat, sum hava skipini, frítt fyri at sigla sum tey vilja – og tað skal eisini standa teimum frítt fyri at krevja tað fyri ferðaseðilin, sum tey halda verða hóskandi.
https://www.in.fo/news-detail/news/samgongan-skal-vidgera-malid-um-at-kollvelta-strandferdsluna/?no_cache=1Les eisini: Samgongan skal viðgera málið um at kollvelta Strandferðsluna
– Er Nólsoyarsiglingin á privatum hondum, og tað er brúk fyri eykatúrum í sambandi við Ovastevnuni, síggi eg ongan trupulleika í, at tann, sum røkir rutuna, tekur 200 krónur fyri ferðaseðilin, fyri eykatúrarnar, men fyri vanligu túrarnar eftir ferðaætlanini, verður prísurin tað, sum er avtalað í sáttmálanum við Landsstýrið.
Rutan til Mykinesar varð einskilt, har kravið var, at at tveir túrar skuldu vera um dagin og at ferðaseðilin skuldi kosta 60 krónur. Vórðu eykatúrar sigldir, kostaði ferðaseðilin 150 krónur, men tað fekk onkur ilt av, so tað varð steðgað men tað heldur hann, var skeivt.