- Vit hava ongi boð fingið um at skerja túratalið, so vit sigla eftir ætlanini.
Tað sigur Bogi Mortensen stjóri á Strandferðsluni.
Í morgun loypti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hvøkk á suðuroyingar og sandoyingar, tá ið hann kunngjørdi, at Strandferðslan skal spara so mikið nógv, at tað verður neyðugt at skerja siglingina hjá Smyrli og Teistanum ein túr um vikuna.
Enn eru ongi boð farin til Strandferðsluna um at spara, so stjórin sigur, at siglt verður sum vant.
Tað merkir samstundis, at 1. apríl, tað er mánadagin, kemur summarferðaætlanin hjá Strandferðsluni í gildi.
Sostatt fer Smyril at sigla ein túr afturat ímillum Suðuroy og Havnina mikudag, umframt at aðrar sparingar vera.
Bogi Mortensen sigur, at verður ein túrur hjá Smyrli aftur og fram ímillum Suðuroy og Havnina skorin burtur, sparir Strandferðslan 1,8 til 2 milliónir við teimum oljuprísum, sum eru galdandi í dag.
Hetta svarar til eina skerjing í ferðaætlanini upp á 6%. Verður siglingin hjá øllum hinum skipunum eisini skerd 6% gevur tað eina sparing tilsamans upp á 600.000-700.000 krónur við teimum oljuprísum, sum eru galdandi nú.
Bogi Mortensen leggur afturat, at Strandferðslan plagar at spyrja seg fyri hjá vinnuni og hjá felagsskapum, áðrenn broytingar verða gjørdar.
Eitt, sum Johan Dahl hevur ført fram, er, at nýggj altjóða krøv verða sett til arbeiðstíð og hvílitíð hjá manningunum og at hetta fer at kosta Strandferðsluni 8- 10 milliónir um árið í eyka útreiðslum, tí krøvini verða so nógv herd.
Bogi Mortensen váttar, at nýggj krøv eru, sum Strandferðslan má laga seg til. Men hann leggur afturat, at enn er ov tíðliga at siga, hvat tey fara at kosta, tí enn eru nógv viðurskifti ókend í hesum sambandi.
Og hann vónar, at Strandferðslan fær neyðuga skotbráið at gera sær eina greiða mynd av støðuni og, hvat tað fer at kosta at seta hesi krøv í gildi.