Strandferðslan undir umfatandi sparingar

Samgongan ætlar ikki at Strandferðslan skal fáa meiri pening at arbeiða við næsta ár og tað ger tað neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk

Fær Strandferðslan ikki meiri pening at arbeiða við næsta ár, noyðist hon at seta umfatandi sparingar í verk.

Tað staðfestir Bogi Mortensen, stjóri.

Á fíggjarlógini fyri næsta ár, ætlar samgongan, at strandferðslan skal fáa 118 milliónir krónur at arbeiða við og tað er sama upphædd, sum Strandferðslan hevur í ár.

Samstundis eru lønirnar hækkaðar 3%, oljan er dýrkað og aðrir rakstrarkostnaðir eru somuleiðis uppfarnir.

- Heldur oljuprísurin sær næsta ár sama støði, hann er á í dag, merkir tað, at Strandferðslan skal finna sparingar og eykainntøkur fyri góðar 12 milliónir fyri at kunna halda játtanina, sum tað nú liggur í kortunum.

Tað er ein rættiliga umfatandi sparing, tí talan er um yvir 10%, sum skulu sparast.


Avmarkaðar møguleikar

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at møguleikarnir hjá Strandferðsluni at spara, eru ógvuliga avmarkaðir.

- Vit hava ikki nógv amboð at spara við. Lønir eru bundnar í sáttmála og trygdarkrøvini gera, at manningatalið er ikki til a vika. Møguliga kunnu onkrar sparingar gerast innanhýsis, men tað eru smáttarí, sum vit arbeiða hvønn dag.

- Einastu skrúvur vit hava at flyta er túratalið og prísirnir á ferðaseðlum, sigur Bogi Mortensen.

Og tá ið tað kemur til túratal er tað greitt, at tær sparingar, sum muna mest, er túratalið við Smyrli og so kunnu sparingar á teimum størru av teimum smærru ferjunum, eisini geva nakað.

Á teimum smærru rutunum er onki at heinta!

Bogi Mortensen sigur, at Strandferðslan arbeiðir nú við at seta ymsar loysnir saman fyri, hvussu tær 12 milliónirnar kunnu útvegast.

- Síðani stendur tað til politisku skipanina at skera út í kortið, hvørjar loysnir skulu veljast.

Av tí, at arbeitt verður við ymsum loysnum, vil stjórin ikki siga so nógv um tað í løtuni.

Kortini leggur hann dent á, at roynt verður at finna so brúkaravinarligar loysnir sum gjørligt.


Færri túrar og hægri prísir

Men hann ivast ikki í, at tær flestu loysnirnar verða ein samanrenning av at lækka túratalið og at seta prísirnar upp.

Spurningurin er so, hvussu nógv túratalið skal skerjast og hvussu nógv prísirnir skulu fara upp, tí innanfyri teir karmarnar, eru møguleikarnir sjálvandi nógvir.

Tað er lítil ivi um, at endaliga semjan í Løgtinginum fíggjarlógina fyri næsta ár, fer at føra við sær, at Strandferðslan skal spara, tí tað er ein partur av semjuni í tiltikna Ólavsøkupakkanum.

Har er samgongan samd um, at túratalið hjá Strandferðsluni skal lækkast 10% og at ferðaseðlaprísurin skal dýrka 5%.

Hinvegin ætlar samgongan, at Strandferðslan ikki longur skal betala havnargjald og tað er ein sparing upp á 2,4 milliónir.

Men stórur ivi er um tað málið, tí summir løgfrøðingar hava kallað tað grundlógarbrot. Dettur tað málið niðurfyri, skal so mikið meiri sparast í túratalið og ferðaseðlakostnaði, um ikki Strandferðslan fær eykajáttan til tað.

Men tað skilst eisini, at her kunnu broytingar gerast, bara roknistykkið passar, tá ið avtornar.