Veðrið verður ringt hetta næsta samdøgurið Hann sigur frá nógvum vindi vestaneftir, við hvirlum upp í ódn.
Longu í gjár fekk tað Strandferðsluna av ávara um avlýsingar og broytingar. Og hevur Strandferðslan sostatt avlýst nakrar túrar, bæði hjá Smyrli og hjá Teistanum.
Í hesum sambandi sigur Strandferðslan, at túruin hjá Smyrli av Krambatanga í kvøld, er framskundaður til klokkan 16 og túrurin, sum skuldi vera av Havnini klokkan 20, er framskundaður til klokkan 18.30.
Og fyri veður verða túrarnir í morgin ári, mánamorgunin, av Krambatanga klokkan seks, og av Havnini aftur klokkan 8,45, heldur ikki sigldir.
Eisini Teistin gevst at sigla tíðliga í dag. Fyri veður verður síðsti túrur hjá Teistanum úr Skopun nevniliga klokkan 18.35 og síðstu túrur av Gomlurætt verður klokkan 19.15.
Samstundis verður seinasti túrur út í Hest longu nú klokkan 14.30.