Leygarkvøldið var hátíðardámur á Strondum, tá nýggja missiónshúsið í bygdina var vígt. Tað kemur í staðin fyri gamla missiónshúsið, ið varð tikið í nýtslu í 1936.
Rósing Thomsen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið á Strondum, greiðir frá, at farið var undir at byggja nýtt missiónshús fyri fýra árum síðan, tí táverandi karmar ikki rúmaðu alt virksemið, ið var knýtt at húsinum.
- Tann gamli bygningurin var vorðin ótíðarhóskandi og tá tiltøk vóru, so var tað nógv ov lítið. Tað rúmaði tí vanliga, men høvdu vit missiónsvikur, sangløtur og annað, so máttu vit lána bygdahúsið, greiðir Rósing Thomsen frá.
Tað eru fýra ár síðan, at spakin var settur í til nýggja bygningin, ið stendur við síðuna av gamla missiónshúsinum. Keypt arbeiðskraft hevur innilokað húsið, lagt gólv og mála, meðan restin av arbeiðinum er gjørd av sjálvbodnum.
Rósing Thomsen sigur, at vit nýggja bygninginum, so er ikki longur neyðugt at fara aðrastaðni at hava tiltøk.
- Alt tað virksemið, sum vit hava, kunna vit hava hjá okkum sjálvum nú. Pláss er fyri 200 stólum í salinum, og harumframt hevur bygningurin ein køk, matsal, goymslurúm og annað, sigur formaðurin í stýrinum.