Strandingar hava ikki mist vónina um at fáa eina stórhøll á Strondum. Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, royna tey, enn einaferð, at fáa vælvild frá politikarum so at teir vilja lata stuðul til høllina.
Annars hevur Løgtingið samtykt, at tey skulu ikki lata stuðul til einstakar hallir, tí tey vísa á, at landskassin stuðlar longu slíkum verkætlanum við tað, at tær sleppa undan at rinda mvg.
Men nú, áðrenn Løgtingið samtykkir fíggjarlógina, hava strandingar sent løgtinginum umbøn um at fáa 84 milliónir tilsamans hesi næstu trý árini í stuðuli til eina stórhøll. Talan er um eina høll, sum kostar 120 milliónir, og sostatt heita tey á Løgtingið um at lata 70 prosent av byggikostnaðinum í stuðuli. Hini 30 prosentini hevur Sjóvar Kommuna givið tilsøgn um at lata í stuðuli og gongst sum ætlað, verður høllin liðug í 2024.
Tey vísa á, at ein høll í Danmark, har pláss er fyri 3.500 áskoðarum, og sum er tikin í brúk í 2020, kostaði 81 milliónir. Tey vísa eisini á, at tá ið kvinnulandsliðið spældi ímóti Rumenia í oktober, var tað í eini nýggjari høll, sum kostaði 35-40 milliónir.
Í áhugabólkinum, sum arbeiðir við høllini á Strondum, eru Eivind Jacobsen, Alexandur Jóhansen, Deildarleiðari í Trygd, Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í. Mowi.
Annars verður eisini arbeitt við eini stórhøll í Havn, men hon kostar 218 milliónir.