Strangari krøv til bankar og sparikassar

Føroyskir peningastovnar skulu virka eftir somu treytum sum stórar altjóða fyritøkur. Tað setir størri krøv men gevur eisini størri yvirskot

PENINGASTOVNAR

 
Føroyskir peningastovnar fáa við ársbyrjan heilt aðrar treytir at virka eftir. Verandi lóg um finansiel virksomhed" verður dagførd við kongligari fyriskipan, tá málsøkið er danskt.
Dagføringin er komin til Føroya úr Brússel umvegis Danmark. Lógin merkir munandi harðari treytir fyri føroyskar peningastovnar.
- Vit skulu virka eftir somu treytum sum stórir altjóða peningastovnar, sum eru skrásettir á partabrævamarknaði, sigur Janus Petersen, forstjóri fyri Føroya Banka.
Flestu týðandi broytingarnar hava við roknskapin hjá peningastovnum at gera. Eitt minstakrav verður eisini sett fyri, hvussu nógvur peningur skal til fyri at seta ein peningastovn á stovn.
-        Fyri at seta ein peningastovn á stovn skal eginpeningurin vera átta milliónir evrur(uml. Seksti mió. Kr., blðm.), men tríggjar av hesum kunnu nýtast til byrja virksemið við, sigur Durita Eliasen, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum.
Allir føroysku peniningastovnar hava nóg mikið av eginpeningini sambært nýggju lógini. Tað hevði heldur ikki fingið fylgjur fyri ein av verandi peningastovnum, um so var, tí treytin um eginpening er galdandi fyri nýggjar peningastovnar.
Tað verður danski fíggjareftirlitið, sum framvegis fer at halda eyga við føroysku peningastovnum og átala stovnarnar, tá eftirlitið metir tað vera neyðugt.
Lógin varð endaliga einmælt samtykt 20. april í ár. Við lógini fylgja ikki færri enn 61 kunngerðir. Lógin kemur í gildi 1. januar 2006, men allar kunngerðirnar verða ikki settar í gildi fyrr enn árið eftir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Solvens
Sambandið millum eina váða meting av aktivinum, t.e. ognir og virði hjá peningastovnunum, og skyldurnar verður kallað fyri solvensur. Hesin skal í dag í minsta lagi vera átta prosent. Allir føroysku peningastovnar eru væl omanfyri hetta mark. Í framtíðini skulu peningastovnarnir sjálvir meta um teirra solvenstørv. Fíggjareftirlitið skal góðkenna solvenskrøvini.
Ein váða meting av hvørjum einstøkum viðskiftafólki skal eisini gerast. Og hetta setir eisini krøv til peningastovnarnar.
- Hetta verður gjørt fyri at fáa eina rættvísa mynd av, hvønn váða peningastovnarnir seta sær, sigur Durita Eliasen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Àvirkan
Nýggja lógin fær helst størsta ávirkan á Elektron, ið umsitur telduskipanirnar hjá føroysku peningastovnunum.
- Hetta er stórt arbeiði fyri okkum. Vit gera eina skipan til at rokna burturleggingar og váða, og tað krevur nógva tíð, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri fyri Elektron.
Mett verður ikki, at tann vanligi kundin hjá føroysku peningastovnunum fer at merkja tað nógva til dagføringina av lógini. Tað er mest innanhýsis hjá peningastovnum, at tað fer at merkjast.
- Upp á longri sigt merkir hetta nakað fyri kundan, tí peningastovnar fáa nakrar nýggjar reglugerðir um góðan sið. Men tað merkir ikki tað nógva fyri kundan í fyrstu atløgu, sigur Janus Petersen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Størri yvirskot
Dagføringin av lógini merkir eisini, at burturlegginar, t.e. peningur at standa ímóti tapi við, verður skipaður eftir ørðvísi reglum.
-        Burturleggingar fella burtur, og heldur verður talan um niðurskrivingar. Tað skal vera staðfest, at talan er um eitt tap, áðrenn niðruskrivingin verður framd, sigur Janus Petersen.
 Hetta fer at merkja størri yvirskot til peningastovnarnar í fyrstu atløgu. Eitt nú vildi Suðuroyar Sparikassi kunnað víst á eitt yvirskot fyri fyrstu seks mánaðirnar av árinum, um burturleggingarnar hjá teimum vórðu skipaðar eftir nýggju lógini.
-        Eg eri ikki vísur í, at hetta er tann rætti mátin. Føroyski búskapurin er ikki so fjálltáttaður, og kreppur kunnu gera seg galdandi, sum hava stóra ávirkan. Men vit mugu halda okkum til lógina, sigur Janus Petersen