Strauss-Kahn krevur endurgjald

Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn krevur nú endurgjald frá kvinnuni, sum skuldsetti hann fyri kynsligan ágang á einum hotelli í New York í fjør. Strauss-Kahn hevur stevnt Nafissatou Diallo við kravi um eina millión dollarar í endurgjaldi fyri ærumeiðing og falskar skuldsetingar. Sakførararnir hjá Strauss-Kahn siga, at endurgjaldið umfatar eisini inntøkumiss og endurgjald fyri ta tíðina, hann sat í varðhaldi.

Diallo skuldsetti Dominique Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang á hotellinum, sum hon arbeiddi á, og har hann var gestur. Tann 15. mai tók løgreglan í New York hann, og tað fekk Strauss-Kahn at siga seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum 14 dagar seinni. Men løgreglan valdi at sleppa Strauss-Kahn leysum, tí hon kom eftir, at kvinnan hevði sagt ósatt um ymiskt, sum løgreglan hevði spurt hana um. Tí metti løgreglan ikki, at henna trúvirði var nóg gott til at halda fram við málinum. So Strauss-Kahn slapp úr varðhaldinum og fór alt fyri eitt til Fraklands.

Men heldur ikki har hevur hann fingið frið. Franska løgreglan er í ferð við at kanna, um hann hevur havt tilknýti til ein skøkjufelagsskap. Harafturat hevur ein fronsk kvinna skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd í 2003, og í einum øðrum føri verður kannað, um hann var við til eina neyðtøku á einum hotelli í Washington í 2010.