Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn er av álvara vorðin umrøðuevni í heimsins fjølmiðlum, nú enn ein kvinna leggur hann undir kynsligan ágang ímóti sær. Hesaferð er tað tann franska Tristane Banon, sum hevur boðað frá, at hon fer at leggja sak ímóti Strauss-Kahn, tí hann royndi at neyðtaka hana fyri átta árum síðani.
Tann 32 ára gamla Tristane Banon vil vera við, at Dominique Strauss-Kahn royndi at neyðtaka seg, tá hon hevði samrøðu við hann í einari íbúð í París í 2003. Í einari sjónvarpssending í 2007 greiddi hon frá tilburðinum, men hon hevur ongantíð meldað tilburðin til løgregluna. Tað fer hon at gera í morgin, sigur hon. Strauss-Kahn hevur í kvøld svarað, at hann fer at melda Tristane Banon fyri ærumeiðing.