Franska ákæruvaldið hevur gjørt av at sleppa rættarmálinum ímóti fyrrverandi IMF-stjóranum Dominique Strauss-Kahn, sum var skuldsettur fyri eina neyðtøkuroynd fyri átta árum síðani. Grundgevingin er, at prógvini eru ikki nóg góð.
Ákæruvaldið sigur í einari fráboðan, at tað hevur próvtilfar, sum bendir á kynsligan ágang heldur enn neyðtøkuroynd. Harafturat er málið fyrnað løgfrøðiliga sæð, sigur ákæruvaldið.
Tað var tann 32 ára gamla Tristane Banon, sum skuldsetti Dominique Strauss-Kahn fyri at hava roynt at neyðtaka seg í 2003. Strauss-Kahn hevur viðgingið, at hann royndi at kyssa Tristane Banon, men at tað hevði einki við neyðtøkuroynd at gera.