Á Strondum eru ætlanir um at byggja eitt nýtt missiónshús ístaðin fyri tað gamla frá 1936.
- Tá størri tiltøk verða fyriskipað, mugu vit læna fimleikarhøllina at rúma øllum fólkunum, sigur Sverri Kass, formaður í stýrinum.
Júst hetta sama er neyðugt at gera hetta vikuskiftið, nú missiónsvika hjá Heimamissiónini verður hildin í bygdini.
Møtini byrjaðu týskvøldið í missiónshúsinum, men halda so fram um vikuskiftið í fimleikarhøllini. Nevnast kann, at savnað verður inn til nýggja missiónshúsið á møtunum.
Soleiðis fer at verða gjørt nøkur ár aftrat, inntil eitt nýtt missiónshús stendur liðugt.
Einki áramál ella krónutal er enn sett á ætlanina.
Í nøkur ár hevur verið tosað um eitt nýtt missiónshús. Sambært blaðnum Trúboðin er arbeiðið komið so mikið langt, at tekningarnar til húsið eru gjørdar.
Ætlanin er at byggja nýggja missiónshúsið á einum øki beint við kommunuskrivstovuna í bygdini.
Missiónshúsið verður einar 700 fermetrar til støddar, og verður innrættað til tørvin í dag og við øllum nýmótans hentleikum.
- Tað er kostnaðarmikið at byggja eitt slíkt hús, og tí má alt hugsast væl ígjøgnum, áðrenn vit fara í gongd, sigur Sverri Kass.
Tørvurin á einum nýggjum missiónshúsi er haraftrat vorðin størri, nú líkindi eru til at bygdin fer at vaksa.
- Vit mugu verða klár til framtíðina, sigur formaðurin í missiónshúsinum.