Ein stovnur, ella ein fyritøka, við einari arbeiðsskipan, sum bjóðar starvsfólki sínum álvarsamt og framhaldandi stressað arbeiðsumhvørvi, er ein vánalig virkisskipan. Hetta heldur Torbjörn Åkerstedt, professari við Karolinska Instituttet. Hann helt fyrilestur á fundi hjá Norðurnevndini í Norðurlandaráðnum í Oslo týsdagin 27. juni um stress og at vera útbrendur. Hann heldur, at minkandi starvsfólkatal, økt effektivitetskrøv, størri ávirkan og óavmarkað ábyrgd saman við skiftandi arbeiðstíðum (eftir treytum arbeiðsgevarans) og samdøgurs-framleiðsla eru atvold til økingina seinnu árini av stress og stressavleiddum sjúkum.
Tøl úr Svøríki vísa eina øking í sjúkrafráveru orsakað av stress upp á 50% síðani 1997. Økingin av stressavleiddum sjúkum í sama tíðarskeiði var 100%. Talið av fólki, sum hava svøvntrupulleikar og møði at dragast við orsakað av stress, er økt við 50%. Åkerstedt, professari, roknar við, at tølini fyri hini norðurlondini helst eru nakað tey somu.
Hann vísti eisini á eina kanning, sum ein finsk kommuna hevði gjørt. Kommunan hevði roknað við at spara 10% við at seta starvsfólkatalið og annað tilfeingi niður við eini helvt. Men henda sparing varð skjótt etin upp av øktum kostnað av stress og stressavleiddu sjúkum og sjúkrafráverum.
Formaðurin í Norðurnevndin skeyt upp í samband við frágreiðingina hjá Åkerstedt professara, at Norðurnevndin átti at tikið hetta orðaskiftið uppaftur, tá núverandi virkisskipanin í nógvum norðurlendskum fyritøkum eftir øllum at døma førir við sær stóran kostnað fyri bæði einstaklingar og samfelag.
Á fundinum viðgjørdi Norðurnevndini eisini uppskot um stuðul til tann sjálvbodna sektorin í Norðurlondum, uppskot um felags norðurlendskt átak móti rúsevnismisnýtslu umframt móttiltøk ímóti teimum negativu árinunum á norðurlendsku vælferðarskipanina av globaliseringini.
Fyri Føroyar sita Jógvan við Keldu og Dan R. Petersen í Norðurnevndini hjá Norðurlandaráðnum.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!
Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.
jh