Eitt brek við streymveitingini hjá SEV oyðilegði hósmorgunin sera nógv húsarhaldstól í 25 húsum í Torkilsgøtu í Hoyvík.
SEV bað fríggjadagin húsaeigararnar í Torkilsgøtu um umbering fyri, at eitt brek við elveitingini oyðilegði teldur, sjónvørp, mikroovnar og onnur húsarhaldstól hósdagin.
Eitt mistak hjá SEV gjørdi, at spenningur kom á 0-leiðina til húsini, og brádliga kom alt ov nógv volt úr stikkkontaktunum í húsunum. Tað hevði við sær, at teldur og sjónvørp sprongdust, og at vaskimaskinur, mikroovnar og onnur tól fóru. Flestu tólini eru nú til umvælingar, og tey, ið ikki kunnu umvælast, verða endurgoldin.
SEV sigur í einum skrivi til húsarhaldini í Torkilsgøtu, at felagið harmast um tilburðin:
- Slík mistøk henda tíverri av og á, hóast vit hava kønar linjumenn, sum altíð royna at gera sítt besta til tess, at slíkar hendingar ikki koma fyri, skrivar SEV í skrivi til húsarhaldini.
SEV hevur eina ábyrgdartrygging, sum tekur við í førum sum hesum.