Higartil í ár hevur Sev gjørt 3,8% minni streym, enn um somu tíð í fjør. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá framleiðsludeildini á SEV. Orsøkin er partvís tann, at Fiskavirking gavst, og partvís tann, at yvirhøvur er virksemið í samfelagnum minkað.
Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár var elframleiðslan 91.557 megawatt (MWh), afturímóti 95.141 megawattum somu mánaðir í fjør.
Tað er eitt fall upp á 3,8%.
Elframleiðslan í meginøkinum er fallin 3,5%. higartil í ár, men í Suðuroy er framleiðslan fallin 6,8% samanborið við somu tíð í fjør.
Í apríl fall framleiðslan í meginøkinum 2,5 pst. og í Suðuroy 5,4 pst.
Hinvegin er framleiðslan av varandi orku økt munandi, tað ið farið er av árinum.
Sløk 47% av framleiðsluni stava frá varandi orku, afturímóti 35,4 pst. somu tíð í fjør.
Nógv tað mesta er vatnorka. Higartil í ár stava 40,3% av varandi orkuni frá vatni og 6,4% frá vindi.