Streymurin burtur nógvastaðni

Fleiri bygdir liggja í streymloysi, og summar teirra fáa ikki streymin aftur í nátt. Eisini í Havn hevur streymurin verið burtur

RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS ? LURTIÐ EFTIR RÁS2 Nógvi klakin hevur ført við sær, at fleiri bygdir kring landið liggja í streymoysi. Og summar av hesum hava longu fingið at vita, at streymurin kemur ikki aftur í nátt.

Eisini í Havn var streymurin burtur í eina tíma ella so mitt seinnapartin, og sambært Finn Jacobsen hjá SEV finst eingin trygd fyri, at hetta ikki kann henda aftur. Og hendir tað, so er eingin Portalur virkin og heldur ikki Rás2.

Menn frá SEV royna at gera, hvat teir kunnu í kvøld, men veruleikin er, at teir fáa ikki gjørt serliga nógv.

Veðrið er sum fleiri ferðir nevnt av tí allar ringasta, og rátt verður fólki til at halda seg innandura.

Rás2 sendir beinleiðis alt kvøld við tíðindum frá veðrinum kring landið, samstundis sum fylgt verður við í samgongusamráðingunum.