- Ein háspenningslinja hjá Sev á Sandi var í ólagi fyri løtu síðani.
John Nielsen, deildarleiðari hjá Sev sigur, at trupulleikin varð loystur rímiliga skjótt.
- Tað stendur nógv á teimum høgtliggjandi linjunum í løtuni. Men vit hava ikki trupulleikar sum nú er, sigur hann.
Streymurin á Sandi fór bert í smáar 5 minuttir, áðrenn Sev fekk loyst trupulleikan, við at leggja streymin um.