Stríðskvinna úr Iran fær friðarheiðursløn Nobels

Narges Mohammad fær friðarheiðursløn Nobels fyri at stríðast ímóti kúgan av kvinnum og fyri frælsi fyri øll

 

Ein eldri mynd av árins Nobelfriðarheiðurslønarvinnara, 51 ára gamla Narges Mohammadi. Hon fær virðislønina fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og rættindum fyri øll. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Nobels friðarheiðurslønin 2023 fer til iranska journalistin og stríðskvinnuna fyri mannarættindum, Narges Mohammadi, fyri stríð hennara fyri frælsi í Iran.

Hesum boðar norska Nobelnevndin frá.

Narges Mohammadi fær virðislønina, meðan hon situr fongslað í Iran.

Hon fær virðislønina sum stríðskvinna fyri at hava »stríðst ímóti kúgan av kvinnum í Iran og fyri stríð hennara fyri at fremja mannarættindi og frælsi fyri øll«.

Millum anna í sambandi við mótmæli í fjør, tá ein 22 ára gomul kvinna doyði í varðhaldi hjá moralløgregluni í Iran.

Narges Mohammadi er 51 ára gomul og er fødd í iranska býnum Zanjian.

Í 2022 varð hon dømd átta ára fongsul og 74 pískasløg. Revsingin er seinni víðkað. Hon hevur fleiri ferðir verið áður verið fongsla av prestastýrinum í Iran.

Norska Nobelnevndin boðar frá vón um, at Mohammadi sum skjótast verður latin leys.

Forkvinnan í Noeblnevndini, Berit Reiss-Andersen, sigur, at avgerðin at lata henni Nobelvirðislønina »eisini er ein viðurkenning av fleiri hundraðtúsund fólkum, sum hava mótmælt ímóti iranska stýrinum«.

Ársdagurin fyri at unga kurdisk-iranska kvinnan, Mahsa Amini, doyði, er júst farin. Á vitjan í Teheran varð hon tikin av iransku morlaløgregluni, tí hon eftir øllum at døma ikki hevði fjalt hárið nóg væl.

Hon doyði, meðan í varðhaldi hjá moralløgregluni. Sambært familjuni varð hon so illa viðfarin av moralløgregluni, at hon doyði.

/ritzau/

 

Ein eldri mynd av árins Nobelfriðarheiðurslønarvinnara, 51 ára gamla Narges Mohammadi. Hon fær virðislønina fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og rættindum fyri øll. - Foto: -/Ritzau Scanpix