Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Strømsgodset á útivølli vunnu 3-0 á Åsane í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Støðan var 0-0, tá Mattias í 66. minutti mátti av vøllinum, og ungi málverjin, Simo Lampinen-Skaug mátti verja málið restina av dystinum. Mattias fekk ein snudd eftir ein samanstoyt, og eftir tí sum frættist, so verður Mattias uttanfyri í nakrar vikur.
Innanfyri sjey minuttir millum 79. og 86. minutt skoraðu Fredrik Ardraa, Elias Hoff Melkersen og Sebastian Pingel tey trý málini, ið tryggjaðu Strømsgodset sigurin.
Strømsgodset er triðfremst í deildini við 13 stigum fyri seks dystir. Teir eru bert eitt stig frá oddaliðnum, Kongsvinger sum hevur 14 stig.
Gullbrandur í Horni Øregaard var liðskipari, og Olaf Bárðarson fekk ikki spælitíð, tá lið teirra, Sandnes ULF á heimavølli tapti 0-1 fyri Stabæk, ið skoraði sigursmálið longu í sætta minutti.
Sandnes ULF er nummar 12 í deildini við fýra stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Sama dag klokkan 17 hevur Sandnes ULF dyst á heimavølli móti Egersund.











