Stroyma hugnaløtu og flaggrøðu úr VB-húsinum

Í kvøld klokkan 21.00 verður aftur kvøldseta úr Vb-húsinum. Eisini verður flaggrøða stroymd klokkan fimm.

Farnu vikurnar, undir koronakreppuni, hava fleiri hugnaløtur verið stroymdar úr VB-húsinum í Vági. Hesar hava verið sera væl dámdar og hyggjaratølini hava tikið stigtakararnar á bóli.

Í kvøld verður enn ein hugnaløta, og á skránni er tónleikur, prát, skemt og hugni, og heilsanir og sangynskir. Í kvøld luttaka Gudmund Larsen, Rúni í Lágabø, Hjalmar og Dagfinn, Hans Jacob og Sára, sum saman við vertinum fara hugna um, práta og framføra.

Vanligt er, at Skótaliðið Royndin skipar fyri flaggdagshaldið í Vági. Nú koronasmittan herjar ber hetta ikki til, og tí er onnur loysn funnin. Klokkan fimm verður flaggrøða stroymd, har Erhard Joensen, løgtingsmaður, heldur røðu. Stroymt verður á fb vanganum Hugnaløta í VB-húsinum.